torsdag 8 mars 2012

8 mars


Jag skrev ett feministiskt brandtal i förra helgens Sosialurin. Det var med utgångspunkt i den här bilden ovan som är en beskrivning av hur färiskt familjeliv fungerar - kort beskrivet - mammorna gör ALLT papporna får svara på frågan "Var e mamma?"

Bilden spreds på Facebook (runt 400 gånger) och alla kommentarer var av typen "ja, så är det"! Så otroligt sorgligt tycker jag!

Han som gjort bilden mejlade mig i måndags och skrev att jag har noll humor ...

Här är krönikan för er som kan färiska:

Syndarlig javnstøða
Tey flestu av tykkum hava nokk sæð hesa myndina. Hon hevur ligið á Facebook seinastu vikurnar og sjálvdan hava vit javnstøðuáhugaði fingið so gott inblikk í føroysk húsarhald sum við viðmerkingunum til hesar bláu rundlar.
Higartil hava 369 deilt myndina hjá upprunamanninum N-Jon Ellendersen. Havi blaða ígjøgnum tær deilingar sum eru almennar, og tað eru avgjørt flest kvinnur, sum hava deilt. Viðmerkingarnar, sum eru vanligast eru: "So satt, so satt", "True", "Sodan er tad bara", "Hendan myndin sigur tað sum tað er" …
Er tað bara eg, sum haldi at hetta er syrgiligt? Eg helt, at hetta var ein farin tíð - at vit vóru komin eitt sindur longri eftir 40-50 ár av javnstøðukjakið og stríði.
Og so takið eg synd í tykkum pápum! Tit verða ikki roknaðir at duga, vita ella kunnað nakað sum helst. Um tit eru einsamallir inni, ja so er ongin inni (at døma av fleiri av Facebook viðmerkingunum).
Eg trúgvi faktiskt at tit pápar duga meir enn tit halda. Spurningurin er bara, sleppa tit framat? Ella er kvinnan har og tekur tann leiklutin í familjuni?
Tað eru ikki bara menn, ið hava skyldina í at javnstøðan er á so syndarliga lágum støði í Føroyum - eg trúgvi at tit kvinnur hava minst líka stóran leiklut við tí, at tit liva og gera á sama hatt, sum tit hava sæð tykkara mammur gjørt í alla tíð.
Tað er ikki lætt at broyta eitt slíkt mynstur, men tað er neyðugt eftirsum samfelagið er broytt og laga vit okkum ikki eftir tí, renna vit so beint inni í tann víðakenda veggin. Tí ongin mamma klárar í longdini at vita og kunna alt í einum húsarhaldi og samstundis hava fulltíðarstarv. Orsøkin til hví so nógvar kvinnur velja at arbeiða niðursetta tíð er nokk henda myndin.
Eitt, sum eg verðuliga vónið at ongin kvinna í Føroyum trýr er at hon ikki er líkað elskað um hon ikki passar inn í hesa mondina. Trúgvi, at nógvar mammur síggja hesar konstantu spurningar sum eitt tekin uppá kærleika - og tað eru teir kanska eisini, men tú er líkað elskað um maðurin fær helvtina av spurningunum.
ps. Og hvussu sær so út heima hjá mær? Jú, eg eri eisini uppvaksin í einum slíkum heimið og kenni meg aftur í myndini. Men eg stríðist dag og dagligani fyri at ikki detta í felluna, og taka alla ábyrgdina av húsarhaldi og børnum. Tað er ein kampur, men hann er verdur at kempa eftirsum vinnarirnir í longdini eru øll familjan.