onsdag 1 januari 2014

Nyårsdagen

Gott nytt år!

Sitter och mjukstartar året med lite frilanseri! Känns bra!

Imorgon är jag åter på jobbet och konstigt nog är det också helt okej :-) Det är väl så om man trivs med sitt jobb! Då längtar man nästan dit ibland!

Skrev en krönika före jul som jag tycker mycket om - ni som är färingar förstår - ni andra kan väl trycka på Google translate här på sidan :-)

Ein lagna til áminningar

Ì desembur 2003 sat 38-ára gamla Joyce Vincent frammanfyri sjónvarpinum og pakkaði jólagávur inn. Løtu seinni sakk hon niður í sofuna og doyði.

Ongin saknaði hana tá hon ikki kom at halda jól, ongin saknaði hana heldur tá páskini komu. Tað skuldi taka heili trý ár til hann, sum hon leigaði frá, breyt hurðina upp og fann Joyce.

Joyce búði í London og nú er ein filmur gjørdur um hennara løgna lív har gamlir vinir sita sum spurnartekin. Hvussu kundi hetta henda? Hvar er heimurin ávegis? Hví saknaði ongin av okkum Joyce?

Hetta kann ikki henda í Føroyum hugsa tit sikkurt! Og nei, eg vænti faktiskt ikki at hetta kann henda í Føroyum sum nú er. Tí er tað nakað, sum er jaligt við Føroyum so er tað at fólk duga rættiliga væl at síggja hvørt annað.

Men samstundis haldi eg at vit skulu lata hennara lagnu gerast ein áminning. Tí hendan tíðin vit liva í, har "selfie" og statusar á Facebook er tað, sum tekur nógv av okkara tíð og egoi er meiri dyrka enn nakrantíð so er vandi fyri at vit ikki hugsa um tey, sum kanska ikki hava so nógva familju og vinir rundanum seg.

Ongin helt at Joyce Vincent var einsamøll, hon goymdi tað við einum smílandi andliti, vøkrum klæðum og eini sjarmerandi medferð.
Tey sum eru einsamøll skammast yvir sína støðu, og tað ger tað oftani bara verri.

Tí er ábyrgdin eisini okkara at síggja okkara medmenniskju og bjóða teimum inn í felagskapin. Ein heilsan frá tær er kanska júst tað tey hava brúk fyri hesi jólini.


Gleðilig jól! 



 Några sidor jag gjorde till jultidningen på Färöarna!