söndag 27 februari 2011

Krönika i Vikuskifti

Till er som är färingar o läser min blogg! Gillar den här krönikan för den är ärlig och skriven rakt ifrån hjärtat!


Til: Allar tannáringar
Frá: Einari sum hevur verið har

Eg helt í fullum állvara at alt tað stuttliga í lívinum var yvirstaði tá eg gjørdist 20 ár.
So míni tannár vóru fylt av nógvum "hetta-má-eg-gera-nú-tí-skjótt-er-alt-yvirstaðið" og tá dagurin upprann og eg gjørdist 20 var tað total krisa . Eg hevði ongan sjeik (tað høvdu allar venindurnar) - eg var ólukkuligani forelskað (sum ikki einaferð) og sat úti í skógini í Àlandi uttan at vita hvat eg faktiskt gjørdi har (eitt frípláss á einum háskúla, ið var so vánaligur at hann burdi verið niðurlagdur).

Nógv flentu at hesari 20 ára-kreppu, men fyri meg var tað állvara! Eg dugdi ikki at síggja hvat 20, 21, 22 høvdu at bjóða av stuttleika!

Nú eri eg skjótt 40, og slík kreppa, sum tað var til 20 ára føðingardagin vænti eg so avgjørt ikki tað verður aftur. Lívið endaði so bestemt ikki tá eg gjørdist 20, tað bleiv bara betri og betri, og tað er næstan, at eg trúgvi teimum, sum siga at lívið byrjar tá ein fyllir 40.

Sá eina sending ígjár, um ung samkynd, íð tóku lívið av sær sjálvum, í USA. Seinastu árini hevur hetta verið ein stórur trupulleiki, og tí er ein verkætlan sett á stovn, ið eitur "It gets better". Lívið gerst lættari jú eldri tú blívur. Eisini fyri tey, ella kanska helst fyri tey, ið eru samkynd og standa infyri støðuni har foreldur, syskin og vinir skulu fáa alt at vita.

Eg hevði ikki henda trupulleika at dragast við, men væl nógvar aðrar, ið flest allir tannáringar hava.
"Ja visst gör det ont när knoppar brister. Varför skulle annars våren tveka?" spyr Karin Boye í ein av yrkingum sínum.
Og tað er bara at halda við, at vera tannáringur var alt annað enn lætt. Eg hevði ynskt, at eg kundi spola tíðina aftur og kunna teska í oyrað á Innu, 15 ár - "Lívið gerst bara betri og betri - tak tað róligt góða".