söndag 15 november 2009

Min krönika!


Jag har en krönika i helgens Sosialurin om dom praktiska problem som ställer till det när man flyttar till Färöarna - sånt som jag redan tjatat om här på bloggen - barnomsorg och import av bil som kostar skjortan!

Klistrar in krönikan här - så får ni som förstår färiska läsa den!

Ein ordans avbjóðing at flyta heim
Eg og álendski maðurin, Kristian, fluttu til Føroyar við tvey og fýra ára gomlu synum okkara í juli í ár. Nú, eftir fýra mánaðir heima, má eg viðganga, at tað als ikki var so lætt at flyta heim, sum eg hevði roknað við.
Lítið verður tosað um teir praktisku trupulleikar, sum stinga seg upp, og so ikki minst hvat sjálv flytingin kostar í krónum og oyrum.
Nógv fín orð verða havd á loftið, tá útisetar skulu lokkast heim aftur til Føroya.
Spurningurin er, um útisetarnir sjálvir skilja hesi orð, eftirsum tað føroyska málið ikki er tað sama, aftan á fleiri ár uttanlands
Tað var í januar, at eg og maðurin avgjørdu at flyta heim til Føroyar. Vit ringdu beinavegin til kommununa, fyri at fáa dreingirnir á bíðilista til barnaansing. Men vit fingu at vita, at tað sá svart út, og at vit ikki skuldu droyma um at fáa pláss fyrr enn í august.
Næsta samrøða var við Akstovuna um bilin, sum var ein sjey ára gamla Saabur. Tey vóru sera beinasom og sendu okkum hetta roknistykki:
Nývirðið á bilinum varð sett til: 185.643 kr.

Skrásetingargjald: 46.411 kr.
Co2 avgjald: 28.000 kr.
Burturbeining: 5.000 kr.
Sýn: 350 kr.
Nummarplátur: 500 kr.
Tilsamans uml. 80.000 kr.

Also skuldu vit rinda umleið 80.000 krónur fyri at inflyta okkara sjey ára gamla SAAB!
Vit kannaðu sjálvandi bilprísirnir í Føroyum, og hvat vit fingu fyri bilin, um vit seldu hann, áðrenn vit komu til Føroya. Men nei, hasar 80.000 loystu seg í síðsta enda best at gjalda.
Hesi bæði tingini - barnaansingartrupulleikarnir og kostnaðurin at innflyta bilin, eru ikki nevndir, tá útisetaspurningurin er á breddanum.
Men fyri okkum, sum flyta til Føroyar, er hetta av alstórum týdning. Tí hóast alt er tað húsarhaldskassin, sum skal gjalda fyri flytingina, og má ein taka lán fyri at klára hesa fíggjarligu byrðu, er lætt at missa mótið, og at verða verandi í tí tryggu tilveruni uttanlands.
Vit avgjørdu kortini at venda heim. Tí, skuldi tað verða - so skuldi tað verða nú.
Sum Katrin Holm í Snarskivuni segði í grein her í blaðnum í gjár, so trúgva flestu útisetar, at tað nokk man fara at laga seg, tá man er komin heim. Ein positivur hugburður, sum vísur, at útisetarnir hava álit á heimlandinum.
Hjá okkum legðist steinur oman á byrðu, tá yngsti sonurin ikki fekk pláss í barnagarði. Meðan eg gekk heima og bíðaði eftir boðum frá Snarskivuni, vuksu útreiðslurnar.
Sum tit kanska skilja hevur okkara flyting ikki verði nøkur løtt ella bílig søga.
Men hóast hetta - trúgv tí ella ikki - so eri eg glað fyri, at vit tóku stigið at koma heim. Eg veit ikki, um vit verða verandi í Føroyum. Men eitt veit eg, at um vit ikki komu heim, hevði eg gingið restina av lívinum og hugsað um, hvussu tað mundi verið at flutt heim til Føroyar.
Men, nú veit eg, at tað kann bara ganga framá.

g.g. Sonurin slapp inn í barnagarð á Velbastað aftan á 9 mánaðir á bíðirøð.
g.g.g. SAABurin rullar runt í Havnini, og nummarpláturnar eru av gulli:)